Search
Close this search box.

Barnabati fingið stuðul til verkætlan móti happing

Barnabati og Betri P/F hava undirskrivað høvuðsstuðulsavtalu. Avtalan fevnir um verkætlanina Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað 3-6 ára gomlum børnum, fakfólki og foreldrum, og er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.   Tað er tíverri ein sannroynd, at nógv føroysk børn […]

Endurgevingar frá gerandisdegnum

Happing er ein samfelagsligur trupulleiki, ið rakar umleið 2000 børn og ung hvørt ár, og talið av teimum sum happa er munandi størri. Hevur tú ongan at tosa við, so eru vit her og til reiðar at hjálpa tær. Vitja heimasíðuna hjá Barnabata. Her kanst tú tosa við Tú & Eg Ráðgevingina. Tær nýtist ikki […]

Jólahjálpin 2016

Nú ber til hjá barnafamiljum at søkja um Jólahjálp frá Í Menniskjum Góður Tokki. Sjeynda árið á rað kunnu fíggjarligar sperdar barnafamiljur søkja um  Jólahjálp frá Í menniskjum Góður Tokki. Hóast tað nú er Barnabati, ið varar av átakinum, er leisturin tann sami, sum undanfarin ár. Umsóknarblaðið til jólahjálp er at finna her á heimasíðuni hjá […]

Jólahjálpin 2016 av bakkastokki

Aftur í ár fara vit undir átakið Í Menniskjum Góður Tokki, har vit saman við nógvum góðum kreftum samla pening inn til fíggjarliga sperdar barnafamiljur í Føroyum. Í ár hava vit endurprenta jólakalendarin Jólaoyggin frá 1988, ið Óli P hevur teknað. Sølan byrjar beint eftir Barnarættindadagin 20. november. Mong minnast kanska sjónvarpsrøðuna um Jóla oyggina, […]

Børn hjálpa børnum

Barnabati fer í heyst undir ráðgeving, har Børn hjálpa børnum 3. oktober 2016 Børn hjálpa børnum er ein brævkassi, har børn skriva inn við spurningum, og børn svara spurningunum. Spurningarnir, sum koma inn, verða fyrst lisnir av ráðgevum; eru viðurskifti í spurningunum, sum eiga at verða anonymiserað, so verður tað gjørt, so eingin kennir tann […]

Barnabati yvirtekur Í Menniskjum Góður Tokki

Tað verður framyvir Barnabati sum kemur at hjálpa børnum í fíggjarliga sperdum familjum. Tað er við sorgblídni at eg gevist, men eg fegnist um, at átakið verður framtíðartryggjað hjá Barnabata. Tað eru framvegis alt ov nógv børn í Føroyum, sum dagliga liva við stórum avmarkingum og tí hevur tað verið ógvuliga umráðandi fyri meg, at […]

Nú ert tú eitt ár størri enn í gjár

Nú ber til hjá fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum at fáa eina hjálpandi hond í samband við barnaføðingardagar. Øll børn eiga at gleða seg til føðingardagin. Í menniskjum góður tokki fer tí at geva børnum, sum ikki hava ráð at halda føðignardag eina hjálpandi hond. Tað er m.a. við stuðlinum sum kemur inn í átakinum “Meðan vit bíða” […]

Í Menniskjum Góður Tokki – alt árið

Í menniskjum góður tokki letur árliga 1. mio kr í jólahjálp til millum 400 – 500 fíggjarliga sperdar barnafamiljur. Meira enn helmingurin av teimum familjum, sum fáa jólahjálp frá okkum, hava 65 kr ella minni um dagin at lívbjarga sær við – væl at merkja, um ongin óvæntað útreiðsla kemur til klæðir, tannlækna, heilivág o.a. Um […]