Stuðla Í Menniskjum Góður Tokki við at flyta eina upphædd á konto:
Betri: 9181-130.388.2
Bank Nordik: 6460 – 991.627.1
Vinnurekandi, ið ynskja at stuðla Í Menniskjum Góður Tokki umvegis faktura, kunnu trýsta á knøttin niðanfyri.
Bert Visa/Dankort kann nýtast.
Eins og undanfarnu ár skipar Barnabati fyri átakinum Í Menniskjum Góður Tokki.
Í ár ber til hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum at søkja um stuðul til at halda jól.
Umsóknarblaðið er tøkt her á síðuni frá 1. desember til og við 7. desember.
Tey, ið ynskja vegleiðing til umsóknarblaðið, kunnu ringja til Barnabata á 610140, yrkadagar frá 10:00 til 15:00 og frá 19:00 til 21:00 í sama tíðarskeiðið.
Øll, ið hava søkt um jólahjálp í ár, fáa svar við Posta. Brøvini verða handað Posta 13. og 14.des.
Hvørt ár savnar Barnabati pening inn, í samband við átakið Í Menniskjum Góður Tokki. Barnabati yvirtók hetta virksemið í 2015 frá grunninum, ið hevði sama navn, og endamálið er tað sama; at veita hjálp til fíggjarligar sperdar barnafamiljur í Føroyum, tá ið jólahøgtíðin nærkast, umframt at stuðla hesum familjum í samband við barnaførðingardagar og frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum.
HVØR FÆR STUÐUL OG HVUSSU ROKNA VIT OKKUM FRAM TIL HETTA?
Fátækaváðin, á enskum “at-risk-of-poverty”, er eitt altjóða mát, ið lýsir persónarnar í samfelagnum við lutfalsliga fækstum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum persóni eitt heilt ár.
Tá ið vit viðgera umsóknir um jólahjálp, fyrihalda vit okkum til inntøkuna hjá hvørjari einstakari familju.
Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av persónunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum.
Fátækaváðamarkið er tann javnvirðismiðinntøkan, sum avgerð, um ein persónur er í fátækaváða ella ikki. Øll, ið hava eina javnvirðisinntøku undir fátækaváðamarkinum, eru í fátækaváða. Fyri at skilja fátækaváðamarkið, er av týdningi at minnast, at tað er miðinntøkan (medianin), sum avgerð fátækaváðamarkið (Kelda: Hagstovan)
Oops! We could not locate your form.
Niels Finsensgøta 32. 2H
FO-110 Tórshavn
Telefon: +298 610140
Email: barnabati@barnabati.fo
V-tal: 333522
Kontonr.: 9181 – 130.388.2