Grein 1 Endamál
Stk. 1: Felagið Barnabati er stovnað 22. mars 1980. Heimstaður felagsins er Føroyar, men virksemibustaðurin verður avgjørdur av tí til eina og hvørja tíð sitandi nevnd felagsins.
Stk. 2: Felagið skal virka sambært ST sáttmálanum um barnarættindi, ið var samtyktur 20. november 1989. Føroya løgting samtykti sáttmålan tann 9. apríl í 1992.
Stk. 3: Felagið skal taka støði í Barnarættindasáttmálanum hjå ST og virka fyri og bøta um trivnaðin hjå børnum og ungum, í fyrstu atløgu í Føroyum.
Stk. 4: Mest møguligt virksemi innan felagið er ólønt. Rímiligar samsyningar kunnu veitast til tiltøk o.a. við einmæltari nevndarsamtykt.
Grein 2 Skipan
Stk. 1: Limir felagsins eru einstaklingar, fyritøkur og almennir myndugleikar/stovnar. Limir, ið umboða kommunur, feløg, stovnar o.a., hava hvør sær bert eina atkvøou, á aðalfundum. Teir kunnu tó ikki veljast í nevnd. Limagjaldiå verður ásett av aðalfundinum.
Stk. 2: Æðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin velur 5 nevndarlimir at stjørna virksemi felagsins. Tveir tiltakslimir kunna veljast å æðalfundinum, men er hetta ikki ein treyt. Limir undir 18 ár kunna lkki veljast í nevnd.
Stk. 3: Allir limir, ið hava goldið limagjald hava valrætt. Allir limir, ið hava goldið limagjald og sum eru 18 år og eldri, eru valbærir, tó undantikið landstýris-, løgtings-, byráðs- og bygdaráðslimir.
Stk. 4: Nevndin kann nokta limaskap ella koyra ein lim úr felagnum, um viðkomandi virkar móti endamáli og mannagongdum felagssins á ein slíkan hátt, at tað kann skæða umdømið og álitið á felagið. Ger nevndin av at sýta ella strika limaskap, verður málið at leggja fyri aðalfund, um umsøkjarin/limurin ynskir tað. Aðalfundurin tekur endaligu avgerð í málinum.
Stk. 5: Vera ikki 5 limir valdir í nevnd á Aðalfundinum kann nevndin skipa seg við Formanni, Kassameistara og skrivara og tveimum tiltakslimum. Ella við 4 nevndarlimum og einum tiltakslimi.
Greln 3 Aðalfundurin
Stk.1: Aðalfundurin skal haldast um miðjan mars månað á hvørjum ári og skal lýsast alment 14 dagar frammanundan.
Stk. 2: Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur um ein meirilutin av nevndini eru uppmøttir.
Stk. 3: Fundarskrå:
- Val av fundarstjóra
- Væl av fundarskrivara
- Góðkenning av innkalling til fundin
- Frágreiðing um virksemi felagsins.
- Framløga og góðkenning av roknskapi
- Ásetan av llmagjaldið.
- Virkisætlan fyrl komandl ár.
- Val av nevnd
- Væl av løggildum grannskoðara
- Ymlskt
- Fundurin liðugur
Stk.4: Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
Stk. 5: Eykaaðalfundur verður hildin, um ein meiriluti í nevndini ella 25 limir ynskja tað. Lysast skal eins og til aðalfund, men við eini 7 daga freist.
Grein 4 Nevndin
Stk. 1: Til nevnd felagsins verða valdir 5 limir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, kassameistara og skrivara, og verða eisini vald varoafólk fyri formannin og kassameistaran. Tiltakslimir kunna ikki vera varðafólk fyri formannin og kassameistaran.
Stk. 2: Nevndin skipar seg soleiðis, at tríggir av nevndarlimunum verða sitandi fyri tvey ár. Tiltakslimir kunnu koma á allar nevndarfundir. Tiltakslimir hava bert atkvøðurætt eru teir varðafólk fyri nevndarlim.
Stk. 3: Fundurin er viðtøkuførur, tá ein meiriluti av nevndini er møttur.
Stk. 4: Nevndin kann í serligum føri veita sær sjålvum, arbeiðsbólkum o.ø samsyning fyri ávísar frammanundan avtalaðar og góðkendar arbeiðsuppgávur.
Stk. 5: Í trá við avvarðandi fakfelagssáttmálar, er tað altíð nevndin ið ásetur løn, arbeiðstreytirnar og arbeiðuppgávurnar hjå møguligum starvsfólkum. Er talan um lønt starv, ið er longur enn 2 mánaðar, skal skrivlig setanarskriv og starvslýsing gerast millum nevnd og starvsfólk.
Stk. 6: Nevndin førir gerðabók frá øllum fundum. Verður bókin ikki førd og undirskrivað á fundinum, skal útskrift verða send nevndarlimunum saman við dagsskrá fyri komandi nevndarfund.
Stk. 7: At binda felagið fíggjarliga krevst nevndarsamtykt, og at formaður og kassameistari skriva undir.
Greln 5 Viðtøkubroytlng
Stk. 1: Uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin og skulu verða umrødd í fundarinnkallingini til aðalfundin. Onnur uppskot skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.
Stk. 2: Um serligar orsøkir tala fyri tí, kunnu uppskot verða tikin til viðgerar á aðalfundinum, um fundurin góðtekur hetta við fundarbyrjan.
Grein 6 Avtøka av felagnum og ursøgn
Stk. 1: Fyri avtøku av felagnum er sama skipan galdandi sum fyri viðtøkubroyting. Tó kann felagið ikki verða avtikið uttan eftir samtykt av tveimum fylgjandi aðalfundum.
Stk. 2: Við avtøku av felagnum ger aðalfundurin/eykaaðalfundurin av, hvørjum vælgerandi virksemi ognir felagsins skulu lutast til.
Soleiðis samtykt å stovnandi aðalfundi hin 22. mars 1980 og við broytingum á aðalfundi 17.04.1982, 18.04.1983, 20.09.1987, 26.06.2006, 22.03.2013, 31.03.2014, 20.06.2018, 28.03.2019, 25.06.2020 og 08.06.2022

