Hvørt ár savnar Barnabati pening inn í sambandi við átakið Í Menniskjum Góður Tokki. Barnabati yvirtók hetta virksemið í 2015 frá grunninum, ið hevði sama navn, og endamálið er tað sama; at veita hjálp til fíggjarligar sperdar barnafamiljur í Føroyum, tá ið jólahøgtíðin nærkast, umframt at stuðla hesum familjum í sambandi við barnaførðingardagar og frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum.
Stuðla
Betri: 9181-130.388.2
Bank Nordik: 6460 – 991.627.1
STUÐLA SUM VINNUREKANDI
Jólahjálpin
Í ár ber til hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum at søkja um stuðul til at halda jól.
Umsóknarblaðið er tøkt her á síðuni frá 30. november kl. 19 til og við 7. desember.
Um tú ivast í onkrum, so ber til at ringja til okkara á telefon 610140 fyri vegleiðing.
Vit svara hvørt kvøld frá klokkan 19:00 til 21:00
Øll, ið hava søkt um jólahjálp í ár, fáa svar við Posta. Brøvini verða handað Posta 12. desember, eftir ætlan.
Søk um hjálp til merkisdagar, føðingardagar o.a.
Hvør fær stuðul og hvussu rokna vit okkum fram til hetta?
Tá ið vit viðgera umsóknir um jólahjálp, fyrihalda vit okkum til inntøkuna hjá hvørjari einstakari familju.
Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av persónum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum.
Fátækaváðamarkið er tann javnvirðismiðinntøkan, sum avgerð, um ein persónur er í fátækaváða ella ikki. Øll, ið hava eina javnvirðisinntøku undir fátækaváðamarkinum, eru í fátækaváða. Fyri at skilja fátækaváðamarkið er av týdningi at minnast, at tað er miðinntøkan (medianin), sum avgerð fátækaváðamarkið (Kelda: Hagstovan)



