Gjaldstreytir hjá Barnabata

Barnabati
Hoyvíksvegur 61
FO-100 Tórshavn
Føroyar

V-tal: +298 333522

Reg. og Kontonummar: 9181 – 0001303882
IBAN kontonummar: FO3791810001303882
BIC (SWIFT-adressa): EIKBFOTF
Banki: Betri Banki
Konto eigari: BARNABATI

GJALDING

Til ber at gjalda við Visa/Dankort og Dankort.

Peningurin verður drigin av tygara konto, tá vøran verður send frá ella heintað á Barnabata.

Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Danmark – Kroner (DKK).

Barnabata nýtir ein tryggan gjaldsservara, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.

Heimasíðan hjá Barnabata verður somuleiðis bronglað við SSL protokol.

SKEIÐSBÍLEGGING, HALD OG ATGONGUMERKI

Gjalding
Til ber at gjalda við Visa/Dankort og Dankort.

Peningurin verður drigin av tygara konto, tá keypið er framt.

Kvittan
Í sambandi við bílegging av skeiði fær kundin kvittan við telduposti.

Tilmelding og avlýsing í samband við skeið
Tekningin er bindandi og verður goldin beinanvegin.

Kundin hevur eisini rætt at iðra keypi upp til eina áðrenn eitt skeiði verður hildið.

STUÐUL

Avtala um at stuðla umvegis Friisbi Pay
Tá ið ein stuðul stuðlar Barnabata við føstum stuðulsgjaldi, loyvir hann Barnabata at taka ta valdu upphæddina av kontuni hjá sær við avtalaðum gjaldmillumbili, frá degnum tá ið avtalan er gjørd.

Kvittan
Í sambandi við stuðulsgjald fær stuðulin kvittan við telduposti.

Skrásettar upplýsingar
Barnabata skrásetur upplýsingar, sum verða tøppaðar inn í sambandi við stuðulsgjøld. Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum, menBarnabata goymir tær í fimm ár í sambandi við roknskapin.

Endurnýggjan
Tá ið stuðulsgjald verður latið, fær Barnabata loyvi at seta seg í samband við stuðulin við telduposti ella telefon við tí í hyggju at endurnýggja avtaluna, tá ið konta er sett úr gildi, verður stongd ella annað. Sama geldur, tá ið skift verður til annan peningastovn.

Uppsøgn
Ein stuðul kann siga sína føstu avtalu upp við at seta seg í samband við Barnabata við telduposti ella telefon.

Iðranarrættur
Um ikki annað er avtalað, ella verður upplýst við keyp, hevur tú 14-daga iðranarrætt at rokna frá tí degi vøran er leverað.

Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.

Um tú iðrar keypið, skal hetta boðast okkum frá í seinasta lagi 14 dagar eftir levering, og vøran skal vera okkum í hendi, seinast 14 dagar eftir at tú hevur boða okkum frá.

Iðrar tú keypið, skal hetta boðast frá á telduposti barnabati@barnabati.fo. Standardfrymilin skal útfyllast og viðfestast í teldupostinum (standardfrymilin finna tygum niðast á síðuni ”Handilstreytir”)

Standur á vøruni við afturbering
Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.

Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Barnabata um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.

Iðranarrættur – Stuðulsgjøld
Stuðulsgjøld eru ikki fevnd av iðranarrætti.

Er talan um mánaðarlig stuðulsgjøld, sum tú vilt steðga, set teg so í samband við barnabati@barnabati.fo. Til ber eisini hjá tær at innrita á tín brúkara á barnabati.fo og steðga stuðulsgjaldinum umvegis tín brúkara.

Klaguviðgerð
Klagur um mistøk ella trupulleikar í sambandi við stuðul kunnu sendast Barnabata:

Barnabati
Hoyvíksvegur 61
100 Tórshavn

Telefon: +298 610140
barnabati@barnabati.fo

Viðskifta- og privatlívspolitikkur
Persónsupplýsingar verða latnir hesum pørtum.

Starvsfólkum og leiðslu hjá Barnabata.
Útvaldir og álítandi triðjapørtum, ið nýta tínar persónsupplýsingar í sambandi við levering av vørum ella tænastuveitingum, ið tú hevur bílagt.
Handilssamstarvsfelagar, ið skráseta og viðlíkahalda tína brúkarakontu
Tú kanst til eina og hvørja tíð strika tínar upplýsingar.

Fyri at strika tínar upplýsingar, skal Barnabati hava fylgjandi:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost

Vit skráseta bert tínar persónsupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær tænasturnar, sum eru umbidnar.

Persónsupplýsingar sum eru skrásettar hjá Barnabata, verða goymdar í upp til fimm ár, og verða síðani strikaðar.

Tá vit savna persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit, at hetta altíð er við tínum samtykki, soleiðis at tú altíð ert kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit savna inn, og við hvørjum endamálið tær verða savnaðar inn.

Stjóri og starvsfólk hjá Barnabata hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar.

Ábyrgd av dátum hjá Barnabata

Viðskiftaupplýsingar verða ikki goymdar ella sendar bronglaðar.

Tú kanst altíð sýta fyri at tínar upplýsingar verða skrásettar. Tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar hjá tær eru skrásettar hjá Barnabati. Hesi rættindi hevur tú sambært Dátuverndarlógini, og fyrispurningar hesum viðvíkjandi skulu stílast til barnabati@barnabati.fo.

Farspor (cookies)
Vit nýta farspor á barnabati.fo við tí endamáli at betra um heimasíðuna og funkurnar, og harvið gera tína vitjan á síðuni so lætta sum gjørligt.

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika farspor á tínari teldu. Les vegleiðingina her: Privatlívspolitikkur og farspor.

Hagtøl
Vit nýta hagtøl á barnabati.fo, sum merkir at ein hagtalsskipan savnar upplýsingar um hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuna, hvaðani tey koma frá, og hvar tey fara av aftur heimasíðuni v.m.

Hagtølini verða einans nýtt til at betra um heimasíðuna hjá Barnabata.

Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.

Brúkaravernd

Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá QuickPay: https://quickpay.net/dk/terms-of-service

Klagur

Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.

Endurgjald
Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.

Endurgjaldskrav skal boðast Barnabati frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað.Barnabati endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.

Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.

Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:

Barnabati
Hoyvíksvegur 61
FO-100 Tórshavn
Føroyar

Upplýsingar til afturtøku
(Tá afturtøkurætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til barnabati@barnabati.fo)

  • Til [Barnabati, Hoyvíksvegur 61, FO-100 Tórshavn, Føroyar, barnabati@barnabati.fo]:
  • Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum afturtøkurætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:
  • Navn á vøru (*)
  • Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)
  • Navn á keypara (*)
  • Bústaður hjá keypara (*)
  • Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)
  • Dagfesting (*)

Prísir o.a.
Allir prísir eru í DKK við mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og møguligum skrivivillum.