ST Barnarættindasáttmálin
Føroyar samtyktu í 1992 Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindini hjá børnum, ella altjóða barnarættindasáttmálan, sum hann eisini verður róptur. Hesin sáttmáli inniheldur øll rættindi, ið øll børn skulu hava, og er galdandi fyri øll upp í 18 ár, sum búgva ella dvølja í Føroyum. Í barnarættindasáttmálanum verða bæði børn og ung nevnd børn.
Føroyar skal gera sítt allar besta fyri at tað, sum stendur í barnarættindasáttmálanum skal gerast veruleiki. Til dømis skulu lógir og ásetingar vera í samsvari við rættindini í barnarættindasáttmálanum. Føroyar skulu syrgja fyri, at rættindini hjá børnum ikki verða gloymd, og at øll í samfelagnum virða tey. Landsstýrið skal eisini syrgja fyri, at bæði børn og vaksin fáa at vita, hvørji rættindi tey hava.
Rættindini standa í ymsum brotum, ið verða nevndar greinir. Tað eru 54 greinir í barnarættindasáttmálanum, og 41 av teimum eru seg um rættindi. Hinar greinirnar lýsa, hvussu lond skulu arbeiða við barnarættindasáttmálanum. Greinirnar 2, 3, 6 og 12 verða nevndar høvuðspunktini í sáttmálanum. Hesi høvuðspunktini skulu hjálpa okkum at skilja hinar greinirnar. Allar greinirnar í barnarættindasáttmálanum hoyra saman.
Vit hava umorðað og stytt greinirnar fyri at teksturin skal vera lættari at skilja. Vit hava eisini býtt greinirnar sundur í 10 umráðir, so at tað er lættari hjá børnum og ungum at skilja innihaldið.




