Søk um hjálp til merkisdagar, føðingardagar o.a.

Hvørt ár savnar Barnabati pening inn í sambandi við átakið Í Menniskjum Góður Tokki. Barnabati yvirtók hetta virksemið í 2015 frá grunninum, ið hevði sama navn, og endamálið er tað sama; at veita hjálp til fíggjarligar sperdar barnafamiljur í Føroyum, tá ið jólahøgtíðin nærkast, umframt at stuðla hesum familjum í sambandi við barnaførðingardagar og frítíðarvirksemi hjá børnum og ungum.

Føðingardagshjálp

Søk um føðingardagshjálp.
Til umsókn

Merkisdagar

Søk um hjálp til merkisdagar.
Til umsókn

Skúlataskur

Søk um hjálp til skúlatasku.
Til umsókn

Ítrótt

Søk um hjálp til ítrótt.
Til umsókn

Hvør fær stuðul og hvussu rokna vit okkum fram til hetta?

Fátækaváðin, á enskum “at-risk-of-poverty”, er eitt altjóða mát, ið lýsir persónarnar í samfelagnum við lutfalsliga fæstum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum persóni eitt heilt ár. 

Tá ið vit viðgera umsóknir um jólahjálp, fyrihalda vit okkum til inntøkuna hjá hvørjari einstakari familju.

Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av persónum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum.

Fátækaváðamarkið er tann javnvirðismiðinntøkan, sum avgerð, um ein persónur er í fátækaváða ella ikki. Øll, ið hava eina javnvirðisinntøku undir fátækaváðamarkinum, eru í fátækaváða. Fyri at skilja fátækaváðamarkið er av týdningi at minnast, at tað er miðinntøkan (medianin), sum avgerð fátækaváðamarkið (Kelda: Hagstovan)

Soleiðis finna vit javnvirðisinntøkuna

Hagtøl

Tal av játtaðum umsóknum
Tal av børnum, ið hava fingið jólahjálp