Betri vinir (forskúli, skúli og frítíðartilboð)

Lívið í skúlanum merkir størri sjálvbjargni, frítt spæl í fríkorterum, og at børn í størri mun megna sjálvi at loysa ósemjur. Eisini tá vaksin ikki er nærhendis.

Í skúlanunum kann eisini verða meira dentur lagdur á avrik og kapping, og kann hetta føra við sær ótryggleika og óhepnan bólkadynamikk. Eisini kann tað í hesum høpi verða, at nøkur børn uppliva útihýsing ella happing fyri fyrstu ferð.

Tú kanst gera mun

Við Betri vinum kanst tú styrkja førleikan hjá børnum at loysa ósemjur og gera tey varug við sosialar spælireglur í flokkinum.

Tá tú og starvsfelagarnir arbeiða miðvíst við at skapa felagsskapir, sum eru grundaðir á tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi, eru tit við til at økja um tryggleikan.

Við hesum miðvísa arbeiðinum geva tit børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið kunnu fyribyrgja happing.

Her á síðuni finnur tú tilfar og virksemi, ið tú kanst brúka í sambandi við ymisk námsfrøðilig tiltøk í gerandisdegnum og í spæli.

Betri vinir er eitt trivnaðarátak, ið er skipað sum ein verkætlan millum skúlar, Barnabata, Nám, Undirvísingarstýrið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Endamálið er at menna trivnaðin og at fyribyrgja happing. Betri vinir hevur sín uppruna í donsku verkætlanini Fri for Mobberi, sum Red Barnet og Mary Fonden í Danmark hava ment.

Betri vinir tilfarið byggir á 4 grundvirði: tolsemi, dirvi, virðing og umsorgan. Hetta námsfrøðiliga tilfarið miðar eftir at styrkja barnafelagsskapir og at fyribyrgja happing.

Betri vinir
Tilfar og virksemi 6-9 ár