Umhugsar tykkara stovnur at arbeiða við Betri vinum? Arbeiða tit longu við Betri vinum og ynskja at styrkja arbeiðið, ella eru tit bara forvitin eftir at vita meira um, hvat Betri vinir er?
So eru tit hjartaliga vælkomin forbí Barnabata týsdagin 9. juni kl. 10.00–11.30 til ein stuttan og viðkomandi kunningarfund um arbeiðið við Betri vinum.
Á fundinum fara vit at greiða frá, hvat Betri vinir er, hvussu ein stovnur kann arbeiða við hesum í verki, og hvussu arbeiðið kann skipast á stovnum. Harumframt verður nýggja heildarætlanin hjá Betri vinum løgd fram, sum ætlanin er at seta í verk eftir summarferiuna.
Kunningarfundurin er ætlaður dagstovnaleiðarum og øðrum viðkomandi fakfólkum, so sum námsfrøðiligum leiðarum og ráðgevum. Fundurin er fyri bæði stovnar, sum umhugsa at fara undir arbeiðið við Betri vinum, og fyri stovnar, sum longu arbeiða við Betri vinum og ynskja at endurnýggja og víðarimenna arbeiðið.
Fundurin er óbindandi, og tað er ikki neyðugt at hava tikið støðu til, um ein framyvir ynskir at arbeiða við Betri vinum.
Stað: Barnabati, Hoyvíksvegur 61, Tórshavn
Dagur: Týsdagin 9. juni 2026
Tíð: Kl. 10.00–11.30
Tit eru hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við meg umvegis teldupost, um tit ynskja at luttaka á fundinum.
Tilmelding: Betrivinir@barnabati.fo
Freist: 8. juni 2026








