Í viku 21 verður Bamsurenning, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Bamsurenning er eitt felags tiltak, har børn og vaksin renna saman fyri at seta fokus á týdningin av góðum felagsskapi og at fyribyrgja happing. Við rørslu og felags upplivingum styrkja vit samanhald og vinarlag.
Hvør stovnur skipar sín egna rennideg, og tað ber eisini til at samstarva við øðrum stovnum ella skúlum.
Vit hava savnað nakað av tilfari á føroyskum, sum tit kunnu nýta í samband við Bamsurenningina. Um tit ynskja meira íblástur og tilfar, ber til at vitja donsku heimasíðuna hjá Fri for Mobberi, har nógv tilfar er tøkt.
Um nakað ivamál er, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum









