Barnagarður gerast í Vági 30.08.1980
Les gomlu greinina her
+298 610140 Mán. til frí. kl. 10-12
Barnabati varð sett á stovn 22. mars 1980
Alt virksemið felagsins tekur støði í ST Barnarættindasáttmálanum.
Barnabati virkar fyri at bøta og menna um kor, trivnað og menning hjá børnum og ungum í Føroyum.
Vit ynskja, at øll børn og ung hava møguleika til persónliga menning, og at tey fáa tann stuðul og umsorgan, tey hava tørv á og rætt til.
Barnabati er ein barnarættinda- og landsfelagsskapur óheftur av átrúnarligum og politiskum sjónarmiðum.
Virksemið er eisini kent undir heitinum NGO ‘Non-Governmental Organization‘, ið er eitt felagsheiti fyri eina røð av størri ella minni privatum, sjálvbodnum felagsskapum við hvør sínum serstøku áhugamálum.
Eitt, ið eyðkennir NGO felagsskapir, er, at hesir eru løgfrøðiliga og fyrisitingarliga óheftir av landsmyndugleikunum. Teir hava ein týðandi leiklut sum ískoyti til ta politisku tilgongdina í samfelagnum, og gera sítt til, at minnilutabólkar og áhugamál fáa størri ávirkan.
Barnabati er eisini ein NPO felagsskapur, ið merkir, at møguligt fíggjarligt yvirkot bert fer til at menna virksemið, og/ella veita tær tænastur, sum felagsskapurin arbeiðir við.
Barnabati virkar fyri, at børn og ung í Føroyum hava tey rættindi, ið eru staðfest í ST barnarættindasáttmálanum og samtykt av Føroya løgtingi í kunngerð nr. 6 frá 16.01.1992.
Eisini tekur alt virksemið hjá Barnabata støði í grund- og barnasjónarmiðnum í barnarættindasáttmálanum, ið siga, at øll børn hava líka virði (grein 2). At hugsað verður um barnsins besta (grein 3). Barnsins rætt at liva og búnast (grein 6) og barnsins rætt at geva sína meining til kennar, og at fáa síni sjónarmið vird í øllum, ið viðkemur børnum og ungum (grein 12).

Aðalskrivari

Samskipari & Kunningarfólk

Ráðgevi Betri vinir
Dagstovnar, dagrøkt og frítíðarskúli

Forkvinna

Næstforkvinna

Kassameistari

Nevndarlimur

Nevndarlimur
Vit nýta farspor til at betra um tína uppliving á okkara síðu. Við at brúka okkara síðu samtykkir tú farspor.
Handfar tíni farspor:
Neyðug farspor gera grundleggjandi funkur møguligar og eru neyðug fyri, at heimasíðan virkar rætt. Hetta eru farspor sum vera nýttar uttan samtykki.
Hagtalsfarspor savna inn upplýsingar dulnevnt. Hesar upplýsingar hjálpa okkum at skilja, hvussu tey vitjandi brúka okkara heimasíðu. Vit eru ómetaliga glað um tú váttar hetta.
Google Analytics er eitt amboð, sum fylgir við og greinar heimasíðuferðsluna til upplýstar marknaðarføringsavgerðir. Vit høvdu veri sera glað um tú brúkar hetta farspor.
Service URL: policies.google.com (opens in a new window)
SourceBuster is used by WooCommerce for order attribution based on user source.
Tú finnur meira kunning í okkara Privatlívspolitikkur og farspor og Privatlívspolitikkur og farspor.