
Saman skapa vit eina mentan, har vinaløg mennast og har happing ikki er ein partur av felagsskapinum.
Hetta byrjanarskeiðið er ætlað starvsfólkum, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0 – 6 ár, og sum ynskja námsfrøðiliga vitan og ítøkilig amboð til at byggja upp góðar og sunnar felagsskapir millum børn.
Á skeiðnum fært tú íblástur, vitan og amboð til arbeiðið við Betri vinum. Vit fara m.a. at arbeiða við hesum evnum:
- Hvat er happing og hvussu kunnu vit arbeiða fyribyrgjandi
- Hvussu kann Betri vinir vera við tit at skapa ein tryggan og góðan felagsskap hjá børnunum?
- Amboð og arbeiðshættir í Betri vinum og hvussu tað verður brúkt í gerandisdegnum
- Leiðbeining til íverksetan.
Skeiðshaldari: Jóhanna Maria Olsen
Tíð: 4. feb. 2025 kl. 09:00 – 15:00
Stað: Í hølinum hjá Barnabata, Hoyvíksvegur 61, Tórshavn
Kostnaður: 1.500 kr. – íroknað matur og drekka
Tilmelding: Send teldupost til betrivinir@barnabati.fo
Tilmeldingarfreist: 30. jan. 2026







