Leygardagin 15. nov. kl. 14.00 – 16.00 verður alment tiltak í Listasavni Føroya í sambandi við at Barnabati hevur 45 ár á baki.
Á skránni verður livandi tónleikur við Lenu Anderssen og Niclas Johannesen, Bjarka V. Trondesen og Jens Marna Hansen, og eisini verða prát við eldsálir, sum gjøgnum tíðina hava havt ein týðandi leiklut í søguni hjá Barnabata.
Til móttøkuna verður møguleiki at ogna sær
- góðu gomlu plakatirnar hjá Barnabata
- plakatina av vitanum og børnunum, sum Kári Svensson hevur gjørt í samband við 45 ára dagin
- vøkur jólakort hjá Rasmusi Rasmussen (klipp) av jólakalendaranum frá 1990
- Plakat av vøkru myndini hjá Williami Heinesen av móðir og barni
Til løtuna verður møguleiki at síggja vakra málningin eftir Kára Svensson, sum møguleiki er at bjóða uppá eftir hátíðarløtuna.
Kom og njót eina hugnaliga løtu við tónleiki, práti og góðum minnum.
VIt gleða okkum at hátíðarhalda dagin saman við tykkum ![]()








