7 góð ráð frá UNICEF til hvussu tú kanst tosa við børn um Coronavirus, og hvussu tú kanst hjálpa teimum við teirra stúranum.
IKKI AKTUELLUR LONGUR
- Legg dent á, at lítil vandi er fyri, at virusið kemur til Føroya
Heilsumyndugleikarnir meta at lítil vandi er fyri at virusið kemur til Føroya og tí eiga vit at sinna okkum. Føroyska Heilsuverkið er væl fyrireikað at basa smittuni, um tað skuldi hent, at smittan skuldi komið til Føroya. - Greið frá, at allur heimurin arbeiðir saman fyri at loysa trupulleikan
Fortel barninum, at tað eru vaksin, sum gera alt tey kunnu, fyri at hjálpa. Til dømis hevur UNICEF sent verjudraktir og verjumaskir til tey økini, sum eru serliga rakt. Alheims heilsustovnurin WHO leggur somuleiðis nógva orku í at fylgja við støðuni. Alheims heilsustovnar kunnu til dømis avgera, at øll ferðandi skulu kannast fyri virusið, men tað hevur ikki verið mett neyðugt, sum støðan er nú. - Sissa barnið og greið frá, at tað ber væl til at fara at ferðast
Fortel barninum, at heilsumyndugleikarnir meta, at tað er trygt at ferðast til flest allar partar av heiminum. Sambært Shahin Gaini, yvirlækna á Landssjúkrahúsinum verður nú mælt frá at ferðast til Kina, og ikki sum áður, bert til landspartin Hubei í Kina.
Serligar mannagongdir eru í Føroyum, um tað skuldi hent seg at illgruni er um, at smittan er komin til Føroyar. Eitt nú hevur Landssjúkrahúsið gjørt neyðugar fyrireikingar í samband við, hvussu starvsfólk skulu fyrihalda seg, tá tey eru um møguligar sjúklingar við hesi smittu. Greiðar mannagongdir og útgerð er fingin til vega, so sum isolering, og samstørv við sjúkrahús í Danmark í samband við viðgerð av sjúklingum. - Gev stutt og greið svar
Tá tú svarar spurningum frá barninum, skalt tú hugsa um, hvat og hvussu nógv tú vilt fortelja. Ongin orsøk er til at fortelja út í æsir um dramatiskar hendingar, ella at geva barninum ov nógva kunning. Um tú til dømis sigur: ”virusið er bert vandamikið fyri gomul fólk” kann tað vera, at tú bara flytur stúranina, sum barnið hevur um seg sjálva, til at tað fer at stúra um ommu og abba. Tað er heldur ikki altíð eitt gott hugskot at samanbera vandan fyri coronavirus við aðrar vandar, sum til dømis at siga: ”tað eru jú nógv fleiri sum doyggja í ferðsluni, ella av krabbamein”. Tá møtir tú ikki stúranini hjá barninum, men kanst koma at geva barninum fleiri stúranir. - Barnið eigur sum longst at verða spart fyri ov nógva kunning
Tað er ikki neyðugt fortelja teim minstu børnunum um álvarslig evni sum coronavirus, kríggj, terror og umhvørvisdálkingar. Men tá tey eru stór nokk til, at tey hoyra ella lesa um tað í eitt nú miðlum ella frá vinum, eigur tú at vera til reiðar at greiða frá og møta teirra spurningum. - Miðlarnar eiga at verða brúktir við skili
Tíðindaflutningurin ferðast alt døgnið og á sosialu miðlunum ferðast bæði sonn og ikki sonn tíðindi. Nógv er har, sum kann ræða børnini. Tey skilja ikki altíð tað, sum verður miðlað, og kunnu tí fara at gera sínar egnu niðurstøður. Somuleiðis hava tey heldur ikki somu royndirnar, sum vit vaksnu, við at tað fyrr er eydnast alheims heilsumyndugleikum at basa virusútbrotum. Børn áðrenn skúlaaldur eiga ikki at síggja og hoyra tíðindir. Størri børn eiga at gera hetta saman við vaksnum, sum kunnu hjálpa teimum at tulka og viðgera tað, tey verða kunnað um. Í okkara grannalondum er tíðindaflutningur til børn, sum føroysk børn kunnu fáa atgongd til á eitt nú netinum. - Høvið kann brúkast til at fáa góð, lærandi og innlitsgevandi prát
Greið til dømis barninum frá, at fyrr í tíðini vóru sjúkur meira vandamiklar, tí tær høvdu møguleika at breiða seg. Í dag hava vit lært av royndum og vísind og vita nógv meira um, hvussu vit skulu basa smittu og viðgera sjúku.
Kelda: UNICEF, Sundhedsstyrelsen, DR.dk, Statens Serum Institut og Udenrigsministeriet, Landssjúkrahúsið.








