Hevur tú royndir úr tínum egna lívi ella útbúgving innan barna- og ungdómsøkið, sum tú kundi hugsað tær at brúkt til at hjálpa øðrum?
Nógv børn og ung í Føroyum stríðast í einsemi og sakna ein vaksnan, sum veruliga lurtar. Fleiri tora ikki at siga frá ella biðja um hjálp.
Barnabati søkir nú eftir fakliga sterkum sjálvbodnum ráðgevum til 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina.
Sum ráðgevi svarar tú telefonini eitt kvøld um mánaðin kl. 20–24.
Ráðgevingin er dulnevnd og eitt lágattartilboð.
Her møta tey einum tryggum vaksnum, sum lurtar og vísir á møguliga tøka hjálp.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á barnabati@barnabati.fo








