Í gjár skipaði 116 111 Tú & Eg Ráðgevingin fyri evnisdegi á Hotel Føroyum “Harðskapur í nærsambondum”.
Ljós varð varpað á ymisk sløg av harðskapi, fráboðanarskyldu, trivnað hjá børnum og ungum og seinárin av harðskapi.
Evnisdagurin vísti, hvussu týdnininarmikið tað er, at vit sum vaksin og fakfólk tora at síggja tekin, lurta og handla. Trygg og nærverandi vaksin kunnu gera ein avgerandi mun hjá børnum og ungum, ið upliva harðskap. Vit hava øll eina felags ábyrgd at skapa tryggar relatiónir og trygg kor hjá børnum og ungum.
Takk fyri góða undirtøku, áhugaverdar samrøður og fyri at vera við til skapa størri tilvit um støðuna hjá børnum og ungum, so vit í felag kunnu styrkja hjálpina til børn og ung í truplum støðum.








