Barnabati luttók á einum norðurlendskum samstarvsfundi í tveir dagar um Social Turn og arbeiðið móti happing.
Eitt av høvuðsevnunum var sosiala skiftið í fatanini av happing. Dentur varð lagdur á, at skulu vit fremja arbeiðið móti happing, so krevur tað bæði tíð, førleikamenning og útbúgving. Happing verður ikki bara fatað sum nakað einstaklingar gera, men sum nakað, sum eisini er knýtt at sosialum samanhangum, felagsskapum og mentanum.
Á fundinum varð eisini umrøtt tørvin á at menna meira samansettar etiskar fatanir, sum kunnu hjálpa okkum at skilja og handfara støður betur, sum kunnu elva til happing og útihýsing.
Eisini varð staðfest, at vit framhaldandi skulu avbjóða og víðari menna sjálvt hugtakið happing. Nýggjar kanningar og royndir vísa, at neyðugt er at hyggja breiðari at sosialu tilgongdunum, sum skapa og viðlíkahalda happing, fyri at kunna fyribyrgja henni á effektivan hátt.
Fundurin gav nógvan íblástur og nýgg sjónarmið, sum Barnabati fer at taka við sær í sínum víðari arbeiði at skapa tryggari og meira inkluderandi felagsskapir fyri børn og ung.









