Í dag, 20. november, er altjóða barnarættindadagur.
Vit í Barnabata eru tí forvitin at hyggja nærri eftir hvussu støðan er hjá børnum og ungum í Føroyum í mun til teirra rættindir staðfest í barnarættindasáttmálanum.
Í 2017 mælti ST-nevndin fyri barnarættindi til, at hjálparlinjur til børn í Føroyum skulu vera tøkar alt samdøgrið. Nevndin mælti til, at ráðgevingin verður tryggjað sum eitt fast tilboð við fólki, fígging og tøkni til at svara, nær enn børnini venda sær til hana. Nevndin mælti eisini til, at vit í Føroyum styrkja hagtølini og greiningarnar um støðuna hjá børnum og seta málrættað átøk í verk móti barnafátækradømi, við serligum denti á familjur við einum uppihaldara. Les tilmælini hjá ST-nevndini
Tilmælini fáa okkum í Barnabata at spyrja, hvussu langt vit eru komin? Kunnu børn og ung fáa fatur á einum vaksnum, tá tey hava brúk fyri einum lurtandi oyra og stuðli í kroystum støðum? Sleppa tey at luttaka í gerandisstøðum saman við vinunum til frítíðarvirksemi, venjingar og námserðir? Og verður tey hoyrd, tá vit vaksin taka avgerðir, sum ávirka gerandisdagin hjá teimum?
Tá eitt barn ella ungur er til reiðar at siga frá
Tá eitt barn hevur savnað sær dirvi at siga frá, hevur tað týdning, at onkur er har at svara. Hetta er ikki støðan í Føroyum í dag. Telefonráðgevingin hjá 116 111 svarar bert millum kl. 20 og middnátt og í brøvkassanum máa tey ungu bíða nærkar dagar til tey fáa svar. Í Føroyum hava vit nógvar ymsikar hjálparlinjur, sum allar svara ymsik tíðarskeið og á ymsikum telefonlinjum. Hvørki vaksin, børn ella ung megna at finna runt millum geirarnar. Eftir áheitan frá 15 ára gamlari gentu, sum skrivaði til brævkassan á 116111.org xx.xx.xx, vilja vit í Barnabata framhaldandi arbeiða fyri, at børn og ung í Føroyum kunnu fáa dulnevnda ráðgeving alt samdøgrið, allar dagar í vikuni. Unga gentan greiðir í brævinum frá, at hon eina náttina í svárari neyð royndi at fáa hjálp við sjálvmorðstankunum. Hon rópti nú neyðarróp vegna børn og ung í Føroyum sum hava tørv á eini hjálparlinju 24/7.
Tá pengarnir avgera, um barnið sleppur við
Í okkara hoyringararbeiði hava vit sett ein einfaldan spurning. Hvat merkir fíggjarliga støðan hjá familjuni fyri barnið?
Í Barnabata síggja vit, hvussu tungt tað er hjá mongum barnafamiljum at fáa endarnar at røkka. Meira enn 1.000 børn og ung í Føroyum liva í fátækraváða. Í 2025 játtaðu vit 295 umsóknir um jólahjálp gjøgnum Í Menniskjum Góður Tokki, og hjálpin kom 655 børnum til góðar. Gjøgnum árið veita vit eisini føðingardagshjálp og ítróttarstuðul.
Eisini hjá familjum, sum liggja beint oman fyri fátækraváðamarkið, kann vera lítið eftir til limagjøld, tá húsaleiga, hiti, matur og aðrar neyðugar útreiðslur eru goldnar. Fyri eitt barn kann tað merkja, at tað stendur uttanfyri, tá vinirnir fara til venjingar ella til annað frítíðarvirksemi.
Vit vildu ynskt, at allar kommunur bjóðaðu øllum børnum og ungum eitt frítíðarkort. Eitt kort, sum kann brúkast til limagjøld og luttøkugjøld, hevði rokkið bæði børnum í fátækraváða og børnum í familjum beint oman fyri markið, sum eisini hava ilt við at rinda. Fyri eitt barn kann tað vera tað, sum ger, at tað sleppur at vera við og kennir seg sum ein part av felagsskapinum.
Eitt frítíðarkort til øll børn og ung er ein íløga í teirra trivnað og sálarligu heilsu. Tað er eisini eitt greitt stig á leiðini at gera rættin hjá øllum børnum til spæl, frítíð og luttøku í mentanarlívinum til veruleika, sum ásett er í grein 31 í Barnarættindasáttmálanum.
Tá vit taka avgerðir, sum ávirka børn
Okkara fyribils meting í Barnabata er, at vit hava góða vitan um livikorini í Føroyum, sum vit kunnu brúka betur til at síggja, hvørji børn fáa hjálp í rættari tíð, og hvørji detta ímillum. Tá vit til dømis meta um broytingar í skatti ella stuðli, eiga vit at kanna, hvat tær merkja fyri børnini í teimum familjum, sum hava minst eftir at liva fyri. Og tá eitt barn hevur tørv á hjálp ella vil kæra um eina avgerð, skal tað vera greitt fyri barninum, hvagar tað kann venda sær.
Í Barnaverkætlanini hava meira enn 670 børn og ung í Føroyum sagt frá, hvat hevur týdning fyri, at tey trívast. Tey leggja millum annað dent á at kenna seg trygg, at hoyra til, at fáa hjálp í rættari tíð og at hava ávirkan á tað, sum viðvíkur teimum. Tær royndirnar eiga at hava vekt í avgerðunum, vit taka her heima. Tær skulu eisini vera ein berandi partur av einari møguligari føroyskari skuggafrágreiðing, sum Barnabati kann lata ST-nevndini fyri barnarættindi.
Tí barnarættindi snúgva seg ikki bert um at verja børn, men eisini um at skapa umstøður, har tey kunnu vaksa upp á jøvnum føti við onnur.








