Vit fingu høvi at greiða frá okkara virksemi og teimum átøkum, sum vit dagliga arbeiða við fyri at stuðla børnum, ungum og barnafamiljum í Føroyum.
Nevndin vísti stóran áhuga fyri okkara kjarnuvirksemi, og vit fingu góð og gevandi prát um umstøðurnar, sum børn og ung í Føroyum hava í dag.
Vit greiddu frá um Betri vinir, 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina, Í Menniskjum Góður Tokki og øðrum átøkum.
Vit umrøddu eisini, hvussu vit í felag kunnu skapa betri umstøður og møguleikar í Føroyum, so øll børn og ung kunnu trívast, mennast og kenna seg sum part av felagsskapinum.
Vit takka Trivnaðarnevndini fyri vitjanina, teirra áhuga og góðu samrøðurnar ❤️












