Í ár hevur átakið Í menniskjum góður tokki gjørt samstarv við Á-handlarnar um at hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljur í Føroyum.
Kundar í Á – handlunum kunnu stuðla við at keypa virðisseðlar fyri 20 kr. pr. stk. við kassan í Á-handlunum. Tað ber til at keypa ein ella fleiri seðlar, og Á – handlarnir tvífalda síðani samlaðu upphæddina, sum verður keypt fyri.
Stuðulin fer óskerdur til føroyskar barnafamiljur í fátækaváða umvegis Í menniskjum góður tokki hjá Barnabata.
“Vit í Á halda, at tað er umráðandi at taka sosiala ábyrgd og geva nakað aftur til samfelagið. Við hesum samstarvinum vilja vit bæði stuðla teimum barnafamiljum, sum hava mest tørv á tí, og gera tað lætt hjá okkara kundum at vera við til at gera mun. Saman kunnu vit veita eina hjálpandi hond á jólum,” sigur Bassi Haraldsen, nevndarlimur í Á, at enda.
Til ber at keypa virðisseðlarnar í Á-handlunum fram til 28. november 2026.
Barnabati takka hjartaliga fyri stuðulin og góða samstarvið.








