Norðurlendsk ráðstevna um harðskap og umsorganarsvík móti børnum – Oslo 2027
Dagarnar 23.–26. mai 2027 verður 14. norðurlendska NFBO-ráðstevnan hildin í Oslo. Ráðstevnan savnar granskarar, fakfólk og avgerðartakarar úr Norðurlondum við tí felags endamáli at styrkja vitan, fyribyrging og hjálp til børn, sum eru útsett fyri harðskapi og umsorganarsvíki.
Evnið á ráðstevnuni er:
„Safe childhoods in the Nordics – where do we stand? Progress and challenges.“
Tryggur uppvøkstur í Norðurlondum – hvussu langt eru vit komin, og hvørjar avbjóðingar standa eftir?
Hóast Norðurlond á mangan hátt eru frammarlaga, tá ið ræður um barnarættindi og vælferð, eru framvegis børn, sum ikki verða sædd, hoyrd ella fáa neyðugu hjálpina í rættari tíð.
Ráðstevnan setur sjóneykuna á, hvussu vit kunnu gerast betri til at eyðmerkja børn í viðkvomum støðum, fyribyrgja harðskapi og umsorganarsvíki og tryggja, at børn og familjur fáa samanhangandi hjálp. Eisini verður dentur lagdur á tvørfakligt samstarv, gransking og royndir úr norðurlendsku londunum.
Hvørjum er ráðstevnan ætlað?
Ráðstevnan er viðkomandi fyri øll, sum arbeiða við ella hava áhuga fyri rættindum, trygd og trivnaði hjá børnum og ungum. Millum annað fakfólk innan barnavernd, sosiala økið, heilsuverkið, námsfrøði, sálarfrøði, skúlaverkið, løgreglu, rættarskipan og gransking, umframt myndugleikar og felagsskapir.
Ráðstevnan gevur eitt gott høvi at fáa nýggja vitan, býta um royndir og knýta sambond við fakfólk og granskarar úr øllum Norðurlondum.
Barnabati er partur av norðurlendska NFBO-samstarvinum og vil fegin eggja føroyskum fakfólki, stovnum og myndugleikum til at nýta hetta høvið at fáa íblástur og vitan, sum kann styrkja arbeiðið fyri børnum og ungum í Føroyum.
Stað: Clarion Hotel The Hub, Oslo, Noreg
Tíð: 23.–26. mai 2027
Meira kunning og tilmelding: Les um ráðstevnuna og melda til her








