Í ár eru Barnabati og 116 111 Tú & Eg Ráðgevingin vorðin limir í Child Helpline International (CHI) – eitt altjóða netverk fyri áðgevingar til børn oog ung um allan heimin.
Hesin limaskapur gevur Barnabata atgongd til eitt sterkt fakligt og altjóða samstarv, har ráðgevingartænastur til børn og ung deila vitan, royndir og góðar mannagongdir. Samstarvið fevnir millum annað um fakliga menning, útbúgving, gransking, dátur og felags arbeiði fyri rættindum, trygd og trivnað hjá børnum og ungum.
Fyri 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina merkir hetta, at vit kunnu læra av royndum hjá øðrum ráðgevingum, menna okkara tænastu og luttaka í evropeiskum og altjóða samstarvi viðvíkjandi teimum avbjóðingum, sum børn og ung hava í dag.
Samstundis gevur limaskapurin Føroyum eina sterkari rødd. Vitan og dulnevnd innlit frá føroysku ráðgevingini kunnu gerast partur av einum størri altjóða vitanargrundarlagi og vera við til at varpa ljós á sjónarmið, tørv og rættindi hjá børnum og ungum – bæði í Føroyum og uttanlands.
– Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vera partur av einum fakligum felagsskapi, har vit bæði kunnu læra av øðrum og fáa okkara royndir úr Føroyum inn í altjóða arbeiðið. Endmálið er altíð tað sama: at tryggja, at børn og ung hava eitt trygt stað at venda sær til og verða hoyrd, tá tey hava brúk fyri hjálp, ráðgeving ella bara einum vaksnum at tosa við.
Barnabati og 116 111 partur av altjóða netverki








