At ganga undan fyri Barnarættindum.
Á ferð okkara í Dublin steðgaðu vit við standmyndina av Roger Casement í Dún Laoghaire. Ein undangongumaður, sum tordi tala ímóti órættvísi, verja mannarættindi og virka fyri broytingum, eisini tá tað kravdi dirvi at ganga undan. Standmyndin minnir okkum á, at broytingar byrja við, at onkur sær, lurtar og torir at gera nakað við tað. Hesin boðskapur er eisini ein týðandi partur av okkara arbeiði hjá Barnabata. Sum óheftur barnarættindafelagsskapur hava vit eina ábyrgd av ikki bert at hjálpa børnum og ungum, tá avbjóðingar stinga seg upp, men eisini at arbeiða fyribyrgjandi og virka fyri broytingum, sum kunnu bøta um teirra lívsumstøður. Ígjøgnum 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina fáa vit innlit í tað, sum børn og ung stríðast við, hava tørv á og leingjast eftir. Vit vilja taka teirra røddir í álvara og lata tær vera við til at vísa okkum vegin fram. Tí barnarættindi snúgva seg ikki bert um at verja børn, men eisini um at skapa umstøður, har øll børn og ung fáa møguleika at trívast, mennast og blóma. Tað krevur, at vit lurta, hugsa fram í tíðina og tora at ganga undan.








