Í farnu viku vitjaðu vit Tekniska Skúla í Klaksvík, har vit greiddu næmingunum frá okkara ráðgeving og um, hvussu børn og ung kunnu fáa hjálp og stuðul frá okkum.
Sum ein partur av vitjanini løgdu næmingarnir fram fyri okkum. Tey høvdu gjørt sær tankar um, hvat góð ráðgeving er, og hvussu vit kunnu gera okkara ráðgeving enn betri og menna hana frameftir.
Tað var sera spennandi og gevandi at hoyra teirra sjónarmið og hugskot. Vit vilja takka næmingunum fyri teirra flotta og megnar íkast! ❤️
Vit gleða okkum at halda fram við at vitja skúlar, ungdómshús og onnur støð kring landið og kunna um, at 116 111 Tú & Eg Ráðgevingin er til fyri børn og ung, sum hava tørv á onkrum at tosa við.
Við eru takksom fyri stuðulin frá Betri Samtakinum, sum ger tað møguligt hjá okkum at ferðast runt í Føroyum og kunna um 116 111 Tú & Eg Ráðgevingina.









