Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari hjá Barnabata, var fyri stuttum á fundi við Trivnaðarnevndini, har málið um hækkað orkuískoyti varð viðgjørt.
Barnabati heitir á løgtingið um at hækka orkuískoytið til barnafamiljur. Inntøkumørkini eru ov lág, og familjur, sum hava tørv á stuðli, eru tí í vanda fyri detta uttanfyri.
Stuðulin eigur at vera tryggur og røkka teimum familjum, sum veruliga hava tørv á honum.








