Barnabati og okkara ráðgevar í 116 111 Tú & Eg Ráðgevingini vóru til kunnandi fund við sálarfrøðinginum Kristiani Eli Andersen á Hilton, har vit fingu innlit í Motivational Interviewing (MI) og onnur amboð, sum kunnu styrkja okkara arbeiði við samrøðum og ráðgeving.
Dentur varð m.a. lagdur á at lurta, vísa empati, seta opnar spurningar og spegla tað, sum tann, vit tosa við, sigur. Ein týðandi partur av MI er at stuðla undir, at tann einstaki sjálvur kann seta orð á sína støðu og finna møguleikar og loysnir.
Vit fingu eisini innlit í arbeiðið við stúran og grublan, og hvussu vit kunnu hjálpa einum barni/ungum at varnast mynstur í sínum tonkum og flyta uppmerksemið aftur til tað, sum hendir her og nú.
Hetta eru amboð, sum kunnu geva okkum enn betri grundarlag fyri teimum góðu og stuðlandi samrøðunum, sum vit hava við børn og ung í 116 111 Tú & Eg Ráðgevingini.
Vit takka Kristiani Eli fyri ein áhugaverdan og kveikjandi fund.








