Stuðul til Betri vinir
Barnabati hevur fingið stuðul frá Almanna- og mentamálaráðnum úr Veddingargrunni landsins til arbeiðið við at menna Betri vinir á dagstovnaøkinum.
Harumframt hava Oak Foundation Denmark og Østifterne játtað at fíggja verkætlanina fram til heystið 2028.
Stuðulin er grundarlag undir, at Barnabati komandi tvey árini kann halda fram at menna Betri vinir og arbeiða miðvíst við trivnaði, felagsskapi og fyribyrgjan á dagstovnaøkinum.
Barnabati takkar Almanna- og mentamálaráðnum, Oak Foundation Denmark og Østifterne hjartaliga fyri álitið og stuðulin.
.









